Hevur lagt alkohol á hillina

Hevur lagt alkohol á hillina
- Eg vil vera væl fyri og røkka mínum málum, sigur Karl Weihe, sum í meir enn eitt ár als ikki hevur drukkið alkohol
 
22.01.2026 - 13:25

Í løtuni er 26 ára gamli Karl Weihe at síggja í donsku reality-røðini Paradise Hotel. 

Har hevur hann verið tvær ferðir fyrr, men hesa ferð er øðrvísi. 

Tí hóast tað eru nógv ball og litríkir drykkir á skránni á kenda hotellinum í Meksiko, so er Karl Weihe edrúur. Og tað hevur hann verið síðani 1. januar 2025.

- Eg livi í hesi verðini, har nógv fólk drekka, og tað eru nógvar veitslur. Tað var ikki tí, eg valdi at fara í reality-verðina. Eg vildi heldur fáa ávísar førleikar og brúka reality sum lopfjøl til onnur ting. Tá er viktigt, at mann hevur fokus, serliga inni í Paradise Hotel, tí har er ein hálv millión upp á spæl, sigur Karl Weihe.

Hann leggur tó dent á, at hann ongantíð hevur havt trupulleikar av alkoholi, hóast hann fyrr smakkaði sær á til veitslur og tiltøk.

Ein ávísur persónur hevur eisini havt stóra ávirkan á valið hjá Karl Weihe um at halda seg edrúan.

- Abbi mín, Magni Thomassen, doyði, og hann var ein stór fyrimynd hjá mær. Hann drakk ongantíð og kláraði seg fantastiska væl. Og eg havi hugsað, at eg vil vera líka sum hann, sigur Karl Weihe.

Nú vit skriva januar 2026, hevur Karl Weihe júst eins og alt árið í fjør takkað nei til drykkir við alkoholi. Eitt val, sum als ikki er torført, sambært honum sjálvum.

- Eg havi aldrin havt tað betri. Eg havi fingið eina góða damu og klári meg væl í tí, eg geri, sigur Karl Weihe.

Til ber at síggja Karl Weihe í Paradise Hotel, sum verður víst á donsku sjónvarpsrásini TV3 og á Viaplay. 

1789239


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483