Torbjørn Olsen 70 ár: - Tað er eitt slag av vegamóti

Torbjørn Olsen 70 ár: - Tað er eitt slag av vegamóti
Ivi var ongantíð um yrkisleiðina hjá listamanninum, og við rundu árunum hugleiðir hann nú um leiðina higar
23.01.2026 - 20:40

Ein av Føroya mætastu listamonnum, Torbjørn Olsen, er blivin 70 ár.

Tað gevur høvi til hugleiðing, og sambært listamanninum er hann nú á einum slagi av vegamóti.

 

Burtur í listini

Sum heilt ungur avgjørdi Torbjørn Olsen at fylgja dreyminum um at gerast listamaður. 

Og nú sum 70 ára gamal hevur hann ikki minni blóð á tonnini. 

Honum dámar avbjóðingar, og nú hugleiðir hann um, um tað er nú, hann skal royna seg við abstraktari list - ella kanska fara ein heilt annan veg og gerast náttúralistiskur.

 

Trekur stuðul

Sum unglingi fór Torbjørn Olsen at lesa list í Keypmannahavn. 

Men tað var ikki bara bara at fylgja dreyminum um at gerast listamaður.

Mamman vildi, at hann hevði eina aðra útbúgving at detta aftur á. 

Hann bleiv tí sendur í læru sum elektrikari. Hann treivst tó ikki, og gavst aftaná eitt hálvt ár. 

 

Listaliga valið

Tað stóð millum tónleikin og listina - og tað var listin, sum bleiv yrkisleiðin øll árini frameftir.

Og listin hevur sanniliga sett sítt merki í føroyska listaheimin.

- Fleiri siga, at tú ert besti føroyski listamaðurin eftir Mikines. Hvat sigur tú til tað? 

- Uha, hatta eru stór orð, men tað haldi eg nú ikki sjálvur. Eg haldi, at har eru aðrir góðir málarir í Føroyum, letur í Torbjørni Olsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608