Tað skal vera lættari hjá borgarum at kæra

Tað skal vera lættari hjá borgarum at kæra
Almanna- og heilsumálaráðið hevur sent ríkislógartilmæli til hoyringar um kærur og endurgjald í sambandi við kærur um viðgerðargongd í heilsuverkinum
 
25.01.2026 - 11:29

Nú er skipanin so, at tað ber ber til at kæra um eitt einstakt starvsfólk, men ætlanin er at tað frameftir skal bera til at kæra um eina samlaða viðgerðartilgongd. Og so kann Styrelsen for patientklager taka avgerð um eitt mál skal viðgerast sum einstaklingamál móti navngivnnum heilsustarvsfólki, um tað verður mett, at viðkomandi hevur misshildið sínar skyldur. 

Trupulleikin við verandi lóg er, at til ber ikki at kæra samlaðu viðgerðargongdina og tískil hava fólk verið noydd at kæra einstøk starvsfólk í hvørjum føri. Í einum lítlum samfelagi kann hetta vera trupult, bæði fyri borgaran og heilsustarvsfólkið. 

Borgarin kann hava tørv á framhaldandi viðgerð, og viðgerðargongdin kann ofta fevna um fleiri hendingar, har tað ikki er greitt, hvør einstakur hevur misshildið sínar skyldur. Samstundis kann skipanin vera ein vansi fyri heilsustarvsfólk, ið kunnu verða sett í eitt ringt ljós, uttan at kæran endar við átalu, stendur m. annað í viðmerkingunum til ríkislógartilmælið.

Hoyringarfreistin er í morgin 26. januar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483