Forsetin og varaforsetin í Norðurlandaráðnum á vitjan í Føroyum

Forsetin og varaforsetin í Norðurlandaráðnum á vitjan í Føroyum
Á nýggjárinum fingu Føroyar, Grønland og Áland fastan sess í formansskapinum hjá Norðurlandaráðnum.
Ville Väyrynen er forseti í Norðurlandaráðnum.
 
26.01.2026 - 07:48

Forsetin og varaforsetin í Norðurlandaráðnum - Ville Väyrynen og Kim Berg, ið eru tingmenn í Finnlandi -  koma til Føroya í dag.

Teir skulu á fund við Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, og føroyska tingbólkin í Norðurlandaráðnum, Johan Dahl og Høgna Hoydal.

Eisini vera fundir í Tinganesi við landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Sirið Stenberg, ið m.a. hevur ábyrgd av norðurlandamálum, og somuleiðis við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, ið m.a. hevur ábyrgd av talgilding.

Á fundunum fer formansskapurin eitt nú at umrøða støðuna viðvíkjandi dagføring av norðurlendsku grundlógini - Helsingforssáttmálanum, - og at nema sær størri kunnleika um Føroyar og norðurlendskt virksemi í Føroyum.

 

 

 

Fastan sess í formansskapinum

1. januar í ár kom broyting í viðtøkum hjá Norðurlandaráðnum í gildi, ið merkir, at Føroyar, Grønland og Áland nú hava fastan sess í formansskapinum hjá ráðnum. 

Hetta ger, at føroysku tingfólkini í Norðurlandaráðnum nú hava javnbjóðis rættindi í parlamentariska norðurlendska samstarvinum.

Forsetin og varaforsetin fara eisini á evnisráðstevnuni hjá Útnorðurráðnum og í hesum sambandi hitta tingfólk úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi.

Í sambandi við vitjanina fer formansskapur Norðurlandaráðsins á fund við fleiri onnur, eitt nú við stjóran í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, stjóran í NORA, Hallu Nolsøe Poulsen, og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Elsu Berg.

Gestirnir fara heimaftur mikudagin, skrivar Norðurlandaráðið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523