Ítróttaløtan 2025: Fólkið sleppur til orðanna

Ítróttaløtan 2025: Fólkið sleppur til orðanna
Nú kunnu fólk atkvøða um Ítróttaløtuna 2025, sum verður kunngjørd á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF 7. februar. Tríggjar minniligar løtur frá farna árinum eru at velja ímillum
26.01.2026 - 20:53

Nýggjur táttur á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF, sum verður í Varpinum í Klaksvík 7. februar, er Ítróttaløtan 2025, og har sleppur fólkið til orðanna.

Føroyski ítróttafjepparin kann velja  ímillum tríggjar minniligar løtur frá farna ári við at atkvøða á Sona-appini hjá Føroya Tele frá nú av til og við 7. februar, tá Ítróttaløtan verður avdúkað.

 

Sigursmálið tá Føroyar vinna á Kekkia á Tórsvølli (A-landsliðið í fótbólti við monnum)

Í regninum á Tórsvølli hetta sunnukvøldið í oktobur hevði Kekkia júst javnað. Vónin um sigur fánaði, men mestsum burtur úr ongum varð bólturin lagdur fyri føturnar á Martini Agnarsson, sum júst var innskiftur.

Hann var knappur og legði Føroyar á odda 2-1, og eftir hetta var sigurin ongantíð veruliga í vanda.

Hetta var ikki bara eitt mál, men eitt tekin um dirvi, trúgv og føroyska viljan.

Kekkia telist millum sterkastu landslið í Evropa. Ein risastór avbjóðing, men spælarar, venjaratoymið og ikki minst áskoðararnir, sum róptu aváskoðaraplássunum á Tórsvøll.

Tá fyrsta málið kom, birtist ein vón. Tá kekkar javnaðu, øktist spenningurin, men tá Føroyar skoraðu til 2-1, fegnaðist landið. Fólk róptu, grótu og hálsfevndust. Hetta var meira enn ein fótbóltsdystur. Hetta var ein løta, ið savnaði okkum øll.

 

Sigursrúsur eftir HM-sigur á Spania (A-landsliðið í hondbólti við kvinnum)

Spania var oman á meginpartin av dystinum, men føroysku kvinnunar góvust ongantíð at stríðast.

Tað eydnaðist at vinna seg eitt mál framum, og tá Rakul Wardum bjargaði í síðsta minutti, sá gott út. Venjarin tók leikbrá, og síðstu ætlanirnar vórðu lagdar.

Hildu allar Føroyar ondini, høvdu spælararnir ís í æðrunum. Trýstar fingu tær bóltin fram til Janu Mittún, sum uttan at ivast setti bóltin í málið og tryggjaði Føroyum fyrsta HM-sigurin yvirhøvur.

Á áskoðaraplássunum sóust ovurfegin viðhaldsfólk og onkur, sum ikki fekk hildi tárunum aftur. Tveir dagar seinni tryggjaðu kvinnurnar sær plássið í miðumfarinum við tryggum sigri á Paraguay. 

Ein løta, sum vísti øllum gentum og ungum spælarum, at leiðin upp til heimsins bestu ikki bert nýtist vera ein dreymur

 

Rúni Øster ognar Benjamini Gunnarstein, sála, trífalda sigurin á Oyggjaleikunum (badminton, menn)

Undan oyggjaleikunum á Orknoyggjum fekk badmintonspælarin Rúni Øster eini boð frá vinmanninum og fyrrverandi venjaranum, Benjamini Gunnarstein, sum var illa sjúkur av krabbameini.

“Ger tað ómøguliga møguligt og vinn allar 3 fyri meg!”

Júst tað gjørdi Rúni Øster. Eftir sigrarnar í tvímansleiki við monnum og blandaðum tvímansleiki krýndi hann avrikið við at gerast fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið mansfinaluna í einmansleiki á oyggjaleikum.

Rómurin í høllini var øgiligur, og sigurin var søtur. Eftir dystin ognaði ein kensluborin Rúni Øster Benjamini Gunnarstein sigrarnar.

 - Tað var fantastiskt at gera hetta fyri Føroyar. Eg vildi tað so gjarna. Eg havi eisini gjørt tað fyri ein annan mann. Tað er Benjamin Gunnarstein. Eg elski teg, Benjamin, segði trífaldi gullvinnarin.

Benjamin Gunnarstein andaðist seinni í 2025.

 

Sí tær tríggjar minniligu løturnar frá 2025 í innslagnum omanfyri.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084