EM26: Ísland spælt seg í eina EM-hálvfinalu fyri fyrstu ferð í 16 ár

bannari
EM26: Ísland spælt seg í eina EM-hálvfinalu fyri fyrstu ferð í 16 ár
Íslendingar vóru flúgvandi og vundu at enda burtur úr banamonnum føroyinga úr Slovenia, fyri at vinna sær pláss í EM-hálvfinaluni í hondbólti fyri fyrstu ferð í 16 ár
Krútsterka íslendska bakkin, Janus Daði Smárason, fingu slovenar ikki billbukt við
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
28.01.2026 - 16:19

Hondbóltsfepurin herjar nú eisini í Íslandi, nú grannar okkara fyri vestan hava spælt seg í EM-hálvfinaluna við einum sannførandi 39-31 sigri á Slovenia - banamonnum føroyinga. 

Ísland var sera væl leikandi og oman á allan dystin, hóast teir høvdu ilt við at leggja ordiligan sjógv millum seg og slovenar í fyrra hálvleiki.

Kjansirnir vóru har, men serliga í fyrra hálvleiki kundu slovenar takka málverjanum Miljan Vujović fyri, at teir enn vóru við í dystinum. 


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Íslendska trýsið ov stórt

Í seinna hálvleiki kláraðu slovenar tó ikki at standa ímóti stóra íslendska trýstinum, og íslendingar otaði seg longri og longri framum. 

Serliga eyðsýndur var hin stórleikandi Elliði Viðarssyni á strikuni, ið skeyt níggju mál og gjørdist dagsins leikari.

Eisini Óðinni Ríkharðssyni og Ómar Inga Magnússyni á vengrunum vóru hvassir við hvør sínum sjey málum. 

Alt bleív tó ómetaliga elegant skipað av framúrskarandi spælskiparanum Gísla Kristjánssyni, sum dagliga spælir í týska stórfelagnum Magdeburg. 


Hin 2,04 metrar høgi risin í íslendska málinum, Viktor Gísli Hallgrímsson, hevur verið avgerandi fyri, at Ísland nú stendur í EM-hálvfinaluni (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Yvirhøvur ein sera gott liðavrik av íslendingum, har eisini málverjin úr Barcelona, hin 2,04 metrar høgi Viktor Gísli Hallgrímsson, má nevnast. Hann er framúrskarandi. 

Hagtøl frá dystinum millum Ísland og Slovenia kunnu síggjast her!!!

 

Kroatia ella Svøríki

Harvið er greitt, at Ísland hevur spælt seg í EM-hálvfinaluna úr bólki 2 í miðumfarinum, sum hevur verið leikt í Malmø.

Tað er eisini hesin bólkurin, sum Føroyar vóru endaðar í, um Montenegro ikki hevði forpestað allan hondbóltsheimin og føroyska møguleikan at spæla seg víðari. Fast takið teimum!!! 

Spurningurin er so, um tað verður Kroatia ella Svøríki, ið verður hitt liðið úr bólki 2, sum spælir seg í hálvfinaluna?

Kroatia hevur bestu kortini á hondini, og kann við einum sigri á Ungarn tryggja sær hálvfinaluplássið.

Men um hetta EM-endaspælið hevur staðfest nakað, so er tað, at alt kann henda. 

EM


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Norðurlendsk uppgerð?

Greitt er eisini, at Danmark longu undan seinasta umfarinum í dag hevði tryggjað sær pláss í EM-hálvfinaluni.

Spurningurin er, um tað verður Frakland ella Týskland, ið verður hitt landið, sum kemur í hálvfinaluna úr bólki 1 í Herning. Tað fæst greiða á um eina løtu, tá hesi liðini bresta saman. 

Greiða skal eisini fáast á, hvør skal spæla móti hvørjum.

Vinnur Danmark móti Norra í kvøld, so vinna danir bólk 1. So verður tað ein norðurlendsk uppgerð móti Íslandi í aðrari hálvfinaluni. 

Hagtøl og annað frá EM-endaspælinum 2026 kunnu síggjast her. 

Bestu bitarnir úr dystinum millum Slovenia og Ísland kunnu síggjast her niðanfyri:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388