Tosa við húsaeigarar, áðrenn tænastugjald verður lagt á

Tosa við húsaeigarar, áðrenn tænastugjald verður lagt á
111 hús í Vágs kommunu standa tóm
Bjarni Johansen er borgarstjóri í Vágs kommunu.
Mynd: Vágs kommuna  
 
29.01.2026 - 09:39

Fleiri kommunur hava gjørt av leggja tænastugjald á hús og býli, har eingin býr. Gjaldið kann í mesta lagi vera 7.945 krónur um árið.

Í Vági verður ein annar leistur brúktur.

Býráðið fer fyrst at tosa við húsaeigarar fyri at finna út av, um tey vilja leiga út, ella selja síni tómu húsini.

Í Vágs kommunu standa 111 hús tóm.

Nes kommuna hevur samtykt at áleggja tænastugjald fyri tóm hús. Umleið 10 hús í kommununi standa tóm.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

29012026_Taenastugjold_Vagur

 

Tórshavnar, Tvøroyrar, Vága, Skopunar, Hvalbiar, Sunda og Eiðis kommuna hava samtykt at taka tænastugjald fyri tóm býli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065