Tey eldru fegnast um konsertir

Tey eldru fegnast um konsertir
Tórsgøta í Havn hevur tikið stig til at flyta konsertir frá egnum hølum út á eldraheimini: Fyrsta konsertin var á Boðanesheiminum í dag
29.01.2026 - 19:24

- Vit mugu koma til tey, um tey skulu uppliva nakað, tí er hetta neyðugt, sigur tónleikarin, Jens Marni Hansen. 

Tað sigur hann í sambandi við, at Tórsgøta hevur tikið stig til at flyta konsertir úr spælistaðnum "Reinsaríið" í Havn og út á eldraheim í Tóshavnar kommunu. Tann fyrsta konsertin var á Boðanesheiminum í kvøld, har Jens Marni Hansen, spældi fyri teimum eldru. 

Hetta var fyrsta konsertin av fleiri. Talan er um eina royndarætlan, har trý eldraheim í Tórshavnar kommunu fáa fýra konsertir í part triðjuhvørja viku.

Verkætlanin kostar eini 70.000 krónur. Helvtin verður fíggjað við játtan frá Heilsu- og eldranevndina í Tórshavnar kommunu, og hina helvtina rindar Tórsgøta av síni játtan.

 

Ingun Eidesgaard, eindarleiðari í Tórshavnar kommunu, var gestur í sjónvarpstovuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297