Mentanarviðmæli: NýNý, Nu Ska Vi U Å Sejle, The Sinners, Saya Gray, Guðrið

Mentanarviðmæli: NýNý, Nu Ska Vi U Å Sejle, The Sinners, Saya Gray, Guðrið
Marianna Winter Nagata arbeiðir í løtuni við síni fyrstu heildarplátu. Kultura vitaði í upptøkuhølunum, og Marianna ger mentanarviðmælið hesa vikuna
Mynd: AURAMYNDIR  
 
30.01.2026 - 13:25

Í hesum døgum brúka Marianna Winter Nagata og Ragnar Finsson nógva tíð í upptøkuhølunum hjá Finni Hansen.

Marianna hevur givið fleiri stakløg út, og fløguna "Jólasoul" saman við bólkinum Sway. Men nú arbeiða hon og Ragnar Finsson við fyrstu heildarútgávuni hjá "Mariannu Winter", sum er listarliga navið hjá Mariannu.

Marianna og Ragnar eru par, og hava saman skrivað løgini og framleiða plátuna saman.

Kultura vitjaði í upptøkuhølunum, og prátaði við Mariannu um útgávuna.

Eisini ger Marianna mentanarviðmælið hesa vikuna, sum snýr seg um NýNý, Nu Ska Vi U Å Sejle, The Sinners, Saya Gray og útgávukonsertina hjá Guðrið Hansdóttir.

Lura eftir samrøðuni og mentanarviðmælinum.

 

1791761

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360