EM26: Donsk sigursæla - íslendskt skuffilsi

bannari
EM26: Donsk sigursæla - íslendskt skuffilsi
Íslendsku hondbóltsmenninir góvu alt, fyri at røkka EM-finaluni í hondbólti, men tað er ein orsøk til, at danir eru heimsins bestu í hondbólti. Úrslitið gjørdist 34-28
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
31.01.2026 - 07:56

Fyri fyrstu ferð í 16 ár stóðu íslendsku hondbóltsmenninir í einari EM-hálvfinalu við bæði einari vón og einum liði, sum hevði evnini at koma í finaluna og kanska gerast evropiskir meistarar. 

Tíverri fyri Ísland, so rendi liðið seg í donskum heimsmeistararnar, ið eru, sum orðið sigur, besta hondbóltslandslið í heiminum - kanska er danska liðið í løtuni tað besta nakrantíð. 

Men íslendingar eru vargar, so teir herjaðu bara á og bardust sum úlvur á skóg fyri hvørjum bóltum.

Teir fingu eisini nøsina framum í fyrra hálvleiki, tá danir høvdu ilt við at finna eyðkendu rytmuna. 


Gísli Kristjánsson, spæliskiparin hjá Íslandi, gjørdi alt, ið hann var mentur, fyri at fáa Ísland í EM-finaluna (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Ísland minnir um Føroyar

Bæði í álopinum og verjuni høvdu kviku íslendingarnir eitt lítið yvirtak á dønum, ið hava lyndi til at byrja dystirnar eitt sindur seinliga. 

Íslendska spælið minnir rættiliga nógv um tað føroyska, tí talan er heldur um skjótar og gjøgnumbrotssterkar leikari, heldur enn um stórar og tungar leikarar, ið skjóta hart. 

Við framúrskarandi spælskiparanum Gísla Kristjánssyni á odda, so góvu íslendsku leikararnir donsku verjuni nógv høvuðbrýggj. Eisini Ómar Ingi Magnusson var eyðssýndur saman við Orra Freyr Þorkelssyni, ið var sera tryggur á brotskøstum. 


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Hóast Ísland var frammanfyri við trimum málum eitt skifti í fyrra hálveiki, so fingu teir ikki rist danir heilt av sær.

Talan var um ein sera rótutan dyst við nógvum nærdystum. Hetta sást aftur í, at tá 20 minuttir vóru spældi, var støðan einanas 9-8 til Danmark, sum eru óvanliga fá mál í einum mansdysti í hondbólti. 

 

Sagustrup gekk á odda

Hjá dønum var liðskiparin Magnus Saugstrup eyðsýndur í øllum liðum av spælinum. Í verjuni var hann ein klettur, og í álopinum sum ein køttur, ið klóraði bóltarnar til sín á strikuni. Og sum liðskipari hálaði hann liðið hjá sær inn í tunga stríðið við íslendingar. 


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Serliga ikki, tá hansara síðumaður í verjuni, mannafjallið Simon Hald, ikki kom út til seinna hálvleik vegna skaða.  

Allir hinir stóru menninir hjá dønum, ið plaga at spæla í miðverjuni, vóru eisini skaddir, so tað fall á herðarnar hjá unga Thomas Arnoldsen at royna at lyfta serliga leiklutin. 

Arnoldsen, ið júst er komin inn í hópin eftir drúgva skaðasteðg, vísti, at í honum býr eitt leyvuhjarta, tá hann tók stríðið upp við kviku og gjøgnumbrotssterku íslendingarnar. 


Mathias Gidsel í gjøgnumbroti, ið Magnus Saugstrup hevur slóðað vegin fyri (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Hóast heimsins besti leikari, Mathias Gidsel, enn einaferð fekk heiðurin sum dagsins leikari við sjey málum, so var breið semja um, at í hálvfinaluni hevði Danmark ikki vunnið á Íslandi uttan Saugstrup.

Hinvegin, so høvdu danir nokk heldur ikki vunnið dystin uttan Gidsel. 

 

Jóhan á Plógv Hansen flúgvandi

Føroyska íkastið í hálvfinaluni, Jóhan á Plógv Hansen á høgra vongi hjá Danmark, var enn sera væl spælandi við seks málum. 

Í einum dysti við so nógvum nærdystum, so blivu nógv brotskøst eisini dømd. 

Tá vanlig brotskastsskjúttin, Emil Jacobsen, hevði ein ringan dag, so traðkaði Jóhan á Plógv Hansen til og skoraði nøkur sera umráðandi mál upp á brotskøst.


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Og tá Jóhan slapp inn á høgra vong at spæla í seinna hálvleiki, so var hann sera tryggur, tá hann fekk møguleikan úr spískum. 

Tá avtornaði, so vóru danir eina tonn ov sterkir fyri íslendingar. Teir hava størri breidd í hópinum, og eina betri verju. 

Danmark vann 31-28 á Íslandi og skal nú spæla móti Týsklandi í EM-finaluni sunnukvøldið. 

Bestu bitarnir frá dystinum síggjast her niðanfyri:

 

Sí øll hagtøl frá dystinum her

 

EM-finalan millum Danmark og Týskland verður spæld sunnukvøldið klokkan 17 føroyska tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032