Russisk álop á fleiri ukrainskar býir

Russisk álop á fleiri ukrainskar býir
Í høvuðsstaðnum Kyiv verður boðað frá fleiri oyðiløgdum bygningum og tveimum særdum fólkum
Hesi íbúðarhúsini í Kyiv vóru rakt av ukrainskum álopi í nátt. Næstan 1200 bústaðir hava mist streymin.
Mynd: Thomas Peter/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.02.2026 - 08:30

Næstan 1200 bústaðir í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, hava ongan hita eftir russisk álop í nátt.

Tað sigur talsmaður fyri stjórnina,  Vitalij Klitsjko, sambært Reuters-tíðindastovuni.

Og sambært Yr. no eru 20 kuldastig í Kyiv í morgun.

Ukrainskir myndugleikar siga, at luftálop í nátt eru framd á Kyiv, Kharkiv, Dnipro og Sumy.

Í Kyiv verður boðað frá fleiri oyðiløgdum bygningum og tveimum særdum fólkum. 

Í morgin og ovurmorgin fara umboð fyri Russland og Ukraina at hittast í Abu Dhabi til nýggjar samráðingar og samrøður um møguliga vápnahvíld og enda á krígnum.

 

Pólsk flogfør á flog

Póland hevur sent hernbaðarflogfør á flog eftir russisk álop á grannalandið, Ukraina.

Tað upplýsir leiðslan í pólska herinum á miðlinum X.

- Jagaraflogfør og ávaringarflogfør eru gjørd út, og verjuskipanir á landi og radaraskipanir eru sett í hægstu tilbúgving, skrivar herleðislan.

Átøkini eru einans fyribyrgjandi, verður eisini sagt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329