Útfluttu fyri 13,6 milliardir í fjør

Útfluttu fyri 13,6 milliardir í fjør
Útflutningurin var 1,4 milliardir størri enn árið fyri
Fiskavøruútflutningurin vaks góðar 1,4 milliardir krónur, ella 12,5 prosent.
Mynd: Hagstovan  
 
19.02.2026 - 10:21

Føroyar útfluttu fyri 13,6 milliardir krónur í 2025. 

Tað eru slakar 1,4 milliardir krónur meira enn í 2024, skrivar Hagstovan.

Føroyski útflutningurin til ES er vaksin 1,4 milliardir krónur.

Fiskavøruútflutningurin vaks góðar 1,4 milliardir krónur, ella 12,5 prosent. 

Størsti vøksturin er til ES og til tað, sum hjá Hagstovuni eitur Asia annars, sum fyri tað mesta er Kina. 

Útflutningurin til Noregs minkaði 141 milliónir, og útflutningurin til Russlands minkaði 74 milliónir.

 

 

 

Føroyar innfluttu fyri nærum 11 milliardir krónur í 2025, 690 milliónir krónur, ella 6,7 prosent, meira enn í 2024, skrivar Hagstovan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423