Netálop á grønlendskar heimasíður

Netálop á grønlendskar heimasíður
Sambært danska kringvarpinum eru tað teldusníkar, sum taka undir við Russlandi, ið hava fram álopið
Talan er um sonevnd DDoS-álop á heimasíðurnar, sum merkir, at tey, ið fremja álopið, leggja trýst á heimasíður, soleiðis at tær ikki rigga. (Savnsmynd)
 
20.02.2026 - 14:02

Fleiri grønlendskar heimasíður er í løtuni stongdar, orsakað av netálopi.

Tað váttar danska stýrið fyri samfelagstrygd.

Talan er um sonevnd DDoS-álop á heimasíðurnar, sum merkir, at tey, ið fremja álopið, leggja trýst á heimasíður, soleiðis at tær ikki rigga.

Enn er ógreitt, hvørjar grønlendskar heimasíður talan er um.

Sambært grønlendska miðlinum, Sermitsiaq, ber til at fara á tær flestu umráðandi heimasíðurnar.

Sambært danska kringvarpinum er talan um pro-russiskar teldusníkar, sum í november í fjør framdu netálop á heimasíður hjá nøkrum donskum kommum og stjórnardeildum.

Bólkurin við russisku teldusníkunum hevur verið virkin síðani mars í 2022, og hevur javnan framt netálop á myndugleikar og fyritøkur í NATO-londunum og øðrum evropeiskum londum, sum verða mett at vera ímóti russiskum áhugamálum, skrivar Sermitsiaq.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194