Endurhoyr serstøku sendingarnar um einbúgvan Mikkjal

Endurhoyr serstøku sendingarnar um einbúgvan Mikkjal
Í dag og næsta mándag klokkan 17.05 verður Við Tórði á túri-røðin um "Einbúgva av Viðareiði", Mikkjal Sørensen, endursend í útvarpinum. Røðin kann eisini hoyrast á KVF Ljóð
Mikkjal Lodmundur Sørensen á oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi í 2021
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
23.02.2026 - 16:35

Týsmorgunin 3. februar andaðist einbúgvin av Viðareiði, Mikkjal Lodmund Sørensen, 90 ára gamal. 

Mikkjal búleikaðist 57 ár einsamallur á oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. 

Tórður Mikkelsen var á túri í Grønlandi í 2021, og tá hann vitjaði Mikkjal á Kingitoq.  

HOYR: Við Tórði á túri: Einbúgvin á Viðareiði (1:2)
HOYR: Við Tórði á túri: Einbúgvin á Viðareiði (2:2)

Burturúr vitjanini spurdust tvær sendingar, ið verða endursendar í dag og komandi mánadag klokkan 17.05. 

 

20260220_NET_EINABUGVING_ENDURSENDUR

 

Endaði sínar dagar á ellisheimi

Árið eftir, at Tórður Mikkelsen hevði vitjað einbúgvan Mikkjal Lodmund Sørensen úti í Kingitoq, brann heim hansara á oynni í grund. 

LES EISINI: Einsamallur á grønlendskari oyggj í 56 ár

Hóast Mikkjal ætlaði at innrætta seg í seyðhúsinum, so bleiv syrgt fyri, at hann kom á ellisheim í býnum Qaqortoq.

Har búði Mikkjal inntil hann leygardagin 1. februar fekk ein blóðproppog og varð lagdur inn á sjúkrahúsið.

Mikkjal vaknaði ongantið aftur og andaðist týsmorgunin 3. februar. 

 

Einbúgvin bleiv ein býarmynd

Í Qaqortoq siga tey, at Mikkjal hesi seinastu árini bleiv ein býarmynd, sum øll kendu og vóru góð við.

Eins og í Føroyum hildu tey í Grønlandi tað eisini vera sjáldsamt, at maðurin hevði klárað at búleikast einsamallur í so mong ár á oynni Kingitoq

Hóast Mikkjal livdi so nógv ár einsamallur, so treivst hann væl á ellisheiminum.

Hann kláraði at halda tríggjar føðingardagar har, og hann elskaði at vera miðpunktið, siga tey.

 

Endurhoyr sendingarnar

Við Tórði á túri-sendingarnar um "Einbúgvan av Viðareiði" kunnu, sum nevnt, hoyrast á KVF Ljóð ella her niðanfyri.

Fyrr partur: Einbúgvin av Viðareiði:

1498567

 

Annars partur: Einbúgvin av Viðareiði:

1498566

 

Hvat: Við Tórði á túri
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647