Løgmaður: Ikki skilagott at bjóða tvær tunnilsleiðir út

Løgmaður: Ikki skilagott at bjóða tvær tunnilsleiðir út
Aksel V. Johannesen væntar, at sítt uppskot um Djúpadalsleiðina verður endaliga samtykt seinni í dag
Aksel V. Johannesen, løgmaður, fylgir við orðaskiftinum um Suðuroyartunnilin, sum eru til endaliga viðgerð í tinginum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.02.2026 - 13:08

- Fakfók siga, at tað er ikki skilagott at bjóða tvær tunnilsleiðir út, tí tað er torført at fáa nakran at bjóða bara upp á aðra farleiðina.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú eitt broytingaruppskot um at eisini at bjóða sonevndu Múlaleiðina út í sambandi við Suðuroyartunnilin er lagt fram við triðju viðgerð.

Aksel V. Johannesen vísir á, at bara tvær fyritøkur bjóðaðu upp á Eystur- og Sandoyartunnilin.

Løgmaður væntar, at uppskotið um Djúpadalsleiðina verður samtykt, og at úrslitið av atkvøðgreiðsluni við triðju viðgerð í dag fer at líkjast tí, sum var við 2. viðgerð.

Hoyr samrøðu, sum Annika Bolton Mortensen gjørdi við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum: 

 

25022026_Logmadur_og_Mulaleidin

 


Liljan Weihe og Erling Eidesgaard skjóta bæði upp eisini at bjóða Múlaleiðina út. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Erling Eidesgaard í Tjóðveldi, sum er millum teirra, ið hava lagt fram broytingaruppskot um eisini at bjóða Múlaleiðina út, sigur, at hetta verður gjørt, soleiðis at løgtingið kann hava besta grundarlagið at taka støðu á, tá farast skal undir at gera Suðuroyartunnilin.

Hoyr samrøðu, sum Sigurjón Einarsson gjørdi við Erling Eidesgaard í útvarpstíðindunum: 

 

125022026_Erling_um_broytingaruppskot

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711