Marknaðirnir í Asia merkja nú sviðan av krígnum

Marknaðirnir í Asia merkja nú sviðan av krígnum
Fimtingurin av oljuni og gassinum, sum heimurin brúkar, fer gjøgnum Hormuz-sundið, og okkurt um 46 prosent av samlaðu ráoljuframleiðsluni verður flutt til Asia
Álopini á iranska høvuðsstaðin, Teheran, halda fram.
Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix  
 
04.03.2026 - 08:45

Marknaðirnir í Asia eru farnir at merkja sviðan av stórkrígnum í Miðeystri.

Búskapirnir í Asia fáa bróðurpartin av ráoljuni og ein stóran part av gassinum úr londunum við Flógvan og eru tí serliga viðbreknir, tá veitingarkervið í Miðeystri verður órógvað.

Í gjár frættist, at nærum eingin skipaferðsla er í Hormuz-sundinum, millum Iran og arabisku hálvoynna, har mesta skipaferðsla í heiminum vanliga er.

 

Fimtingurin fer gjøgnum sundið

Fimtingurin av oljuni og gassinum, sum heimurin brúkar, fer gjøgnum Hormuz-sundið, og okkurt um 46 prosent av samlaðu ráoljuframleiðsluni verður flutt til Asia.

Iranska kolveltingarhirðin hevur sagt, at Iran "fer at seta eld á skipini", sum royna at sigla gjøgnum sundið.

Í gjárkvøldið skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, á miðli sínum Truth-social, at verður tað neyðugt, fer USA at fylgja oljutangaskipum gjøgnum Hormuz-sundið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493