Tiknir fyri at kasta egg eftir koyrandi bilum

Tiknir fyri at kasta egg eftir koyrandi bilum
Dreingjalótirnar hava havt við sær, at ungdómshúsið Gula smiðja í Saltangará hevur latið aftur
Gula smiðja hevur latið aftur fyribils.
 
05.03.2026 - 08:40

Politiið tók í gjár okkurt um tíggju dreingir í Saltangará, sum skulu hava kastað egg eftir koyrandi bilum.

Dreingirnir eru 14-15 ára gamlir.

Politiið hevur eisini tosað við foreldrini, og tá slík mál vera viðgjørd, eru sosialir myndugleikar altíð við.

Eysturoyarportalurin skrivar, at hesar dreingjalótir hava gjørt, at ungdómshúsið Gula smiðja læt aftur.

Avgerð var tikin um fyribils at lata aftur, við atliti at starvsfólki, grannum og hinum, sum brúka húsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065