Kunnu taka risalop ímóti EM

Kunnu taka risalop ímóti EM
Um tað eydnast føroysku hondbóltskvinnunum at vinna á Portugal í dag, koma tær upp á seks stig og tryggja tær sær minst 3. plássið í bólkaspælinum
 
08.03.2026 - 15:30

Føroysku hondbóltskvinnurnar kunnu tryggja sær minst 3. plássið í sínum undankappingarbólki, um tær vinna á Portugal á útivølli í dag. 

Føroyar vunnu 25-21 við Tjarnir mikudagin, og um tær endurtaka bragdið í Porto, verða tær fýra stig frammanfyri portugisar, sum tískil ikki kunnu yvirhála í tveimum teimum síðstu dystunum í apríl.

Tað er tó ikki vist, at 3. pláss verður nóg mikið til at tryggja sær plássið í EM-endaspælinum, men tað er sannlíkt, tí fýra av teimum bestu átta trý'arunum sleppa til EM.

Hinvegin fara Føroyar ivaleyst eftir at enda á antin 1. ella 2. plássi, og so er EM-plássið í lummanum. Einki verður kortini endaliga avgjørt í dag.

Ísland tók tey flestu á bóli mikukvøldið við sigri á toppliðnum Montenegro, og tí hava øll fýra londini í bólkinum framvegis kjans at spæla um øll plássini.

Montenegro og Føroyar hava fýra stig í part, meðan Ísland og Portugal hava tvey stig í part. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595