Betri Banki 273 milliónir í avlopi í fjør

Betri Banki 273 milliónir í avlopi í fjør
Hetta er triðja árið á rað, at yvirskotið hjá Betri Banka nærkast 300 milliónum krónum, eftir skatt
Eginpeningurin í Betri Banka er nú góðar 2,7 milliardir krónur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2026 - 15:31

Betri Banki hevði 273 milliónir krónur í yvirskoti í fjør, eftir skatt.

Tað boðar bankin frá ídag.

Hetta er triðja árið á rað, at yvirskotið hjá Betri Banka nærkast 300 milliónum krónum, eftir skatt.

Í 2023 var yvirskotið 286 milliónir, í 2024 var tað 290 milliónir og í fjør 273 milliónir krónur.

Betri Banki boðar frá stórum vøkstri, bæði í útlánum og innlánum. Útlánini øktust 650 milliónir í fjør, og eru nú góðar 9,2 milliardir krónur. Innlánini øktust 1,2 milliardir og eru nú 10,7 milliardir krónur. 

 

Eginpeningurin 2,7 milliardir

Eginpeningurin í Betri Banka er nú góðar 2,7 milliardir krónur.

Bankin roknar við, at yvirskotið í ár verður millum 180 milliónir og 220 milliónir krónur.

Nevndin í Betri Banka mælir til, at bankin letur 50 milliónir krónur í vinningsbýti til eigaran í ár.

Betri Banki er dótturfelag hjá Betri-samtakinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040