Fleiri lesandi uttanlands vilja sleppa at velja hesa ferð

bannari
Fleiri lesandi uttanlands vilja sleppa at velja hesa ferð
Higartil hava 696 gjørt vart við, at tey vilja sleppa at velja á løgtingsvalinum, men fleiri leggjast helst aftrat
Lesandi føroyingar uttanlands hava sambært lóg rætt til at velja til løgtingsval.
 
12.03.2026 - 15:26

Stórur áhugi er føroyingum, sum lesa uttanlands, at sleppa at velja á løgtingsvalinum, 26. mars. 

Higartil hava 696 lesandi føroyingar uttanlands gjørt vart við, at tey vilja sleppa at velja, upplýsir Landsfólkayvirlitið.

Tað merkir, at áhugin hjá lesandi føroyingum uttanlands er nógv størri hesa ferð, enn til valið seinast. Tá valdu 589 lesandi føroyingar at skráseta seg, so talið er meira enn 100 fólk fleiri hesaferð.

 

Bíða eftir kommununum

Og tey 696 fólkini, sum nú standa á listanum, gerast helst fleiri, sigur Landsfólkayvirlitið. Orsøkin til tað er, at enn hava ikki allar kommunur boðað Landsfólkayvirlitinum frá, hvussu nógv lesandi vilja sleppa at velja.

Freistin hjá kommununum var annars 9. mars, men nú, tríggjar dagar seinni, bíðar Landsfólkayvirlitið framvegis eftir onkrari kommunu.

Lesandi føroyingar hava sambært lóg rætt til at velja til løgtingsval. Treytin er, at tey skráseta seg hjá tí kommunu, sum tey seinast vóru skrásett í, áðrenn tey fluttu uttanlands. Tann freistin var 6. mars. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424