Frídømdur fyri hvítvask

Frídømdur fyri hvítvask
Frídømdi maðurin er dani, og hann var ákærdur fyri at hava hvítvaskað fyri umleið hálva millión
Føroya rættur hevur frídømt ein 29 ára gamlan dana fyri hvítvask.
 
16.03.2026 - 09:07

Maðurin, sum var ákærdur fyri serliga grovt hvítvask og fyri at royna at fremja serliga grovt hvítvask, var frídømdur í Føroya rætti.

Maðurin, sum er 29 ár, er úr Danmark.

Sambært ákæruritinum er næstan hálv millión hvítvaskað.

Neyva talið er 481.366 kr.

Hvítvaskingin skal vera gjørd frá 31. mai til 3. juni í 2021.

Hon var gjørd saman við fólki ella sambært avtalu við fólk í Føroyum og í Danmark.

Politiið hevur ongan annan skuldsett.

Ákærdi maðurin noktar seg sekan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083