Ein góður seyðahundur er sum ein vinur

Ein góður seyðahundur er sum ein vinur
- Ein góður seyðahundur verður sum ein vinur og vil fara langt fyri teg. Tað siga Anna Sofía Fjallheim og Tummas Jacobsen, sum kappaðust til Faroese National á Viðareiði
16.03.2026 - 17:03

Fimtan teir bestu seyðahundarnir, sum hava kappast í vetur, róku til Faroese National á Viðareiði um vikuskiftið.

Anna Sofía Fjallheim fór avstað við sigrinum á degnum saman við hundi sínum Lynn, meðan Tummas Jacobsen og hundurin Moss høvdu mest stig samanlagt og vunnu føroyameistaraheitið.

 - Ein góður seyðahundur verður sum ein vinur og vil fara langt fyri teg, siga tey bæði, sum hava vant og kappast við hundum í fleiri ár. 

Sjey FM-kappingar hava verið hesa sesongina. Fimm í heyst og tvær í vár. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at Anna Sofía Fjallheim, Tummas Jacobsen og Jónstein Petersen skulu umboða Føroyar til EM seinni í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311