Kunnu hokna undir byrðuni

Kunnu hokna undir byrðuni
Stjórin í Kommunufelagnum ávarar um, at fíggingin frá landi til eldraøkið frameftir ikki fer at hækka. Tá mugu kommunurnar í sín egna kassa eftir fígging
17.03.2026 - 19:23

Eldraøkið verður umsitið av kommunum, og tær fáa fígging frá landinum. Tann fíggingin hongur saman við forskattingini av pensjónunum. Lógarásetta bundna eftirlønargjaldið hevur havt við sær, at fíggingin til eldraøkið hevur fylgt útreiðsluvøkstrinum.

Men í ár er lógarásetta bundna eftirlønargjaldið komið upp á 12 prosent, og tað hækkar ikki meiri. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, ávarar um, at eftir tað mugu kommunurnar í sín egna kassa fyri at fíggjar útreiðslurnar. Tá er vandi fyri, at nakrar kommunur fara at hokna undir byrðuni.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334