Eingin fótbóltur sunnudagin

Eingin fótbóltur sunnudagin
Allir dystirnir, sum skuldu spælast í Meistaradeildunum í fótbólti sunnudagin, eru fluttir, tí veðurforsøgin er somikið vánalig
Heini Sørensen og HB spæla nú ikki ímóti Víkingi fyrr enn mánakvøldið
Mynd: Rói Sørensen / HB  
 
19.03.2026 - 15:34

Eingin fótbóltur verður í meistaradeildunum sunnudagin.

Veðurforøgnin er somikið vánalig, at Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt av, at flyta dystirnar í bestu mansdeildini til annaðhvørt leygardagin ella mánadagin.

 

Nýggja dystarskráin: 

Fríggjadagin 20. mars
18.30: EB/Streymur - KÍ

Leygardagin 21. mars
17.00: B36 - B68
18.00: 07 Vestur - Skála
18.30: NSÍ - AB

Mánadagin 23. mars
18.30: Víkingur - HB

 

Veðrið ávirkar eisini fyrsta umfar í Meistaradeildini hjá kvinnum. NSÍ og Skála møtast við Løkin í Runavík fríggjakvøldið klokkan 19:00, meðan tað enn er óvist, nær hinir tríggir dystirnir verða spældir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592