Bosnia-Hersegovina tryggjaði sær HM-uppgerð ímóti Føroyum

Bosnia-Hersegovina tryggjaði sær HM-uppgerð ímóti Føroyum
Bosnia-Hersegovina stendur ímillum føroysku hondbóltsmenninar og eitt HM-pláss. Tað er greitt eftir tveir dystir millum Bosnia-Hersegovina og Kosovo
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
22.03.2026 - 20:36

Kosovo vann seinnu uppgerðina, men tað var langt frá nóg mikið til at vinna samanlagt, og tí stendur Bosnia-Hersegovina nú ímillum føroysku hondbóltsmenninar og teirra fyrsta HM-endaspæl.

Bosnia-Hersegovina vann heili 34-21 í fyrra dystinum, og tí munaði tað einki hjá Kosovo at vinna við fýra málum á heimavølli í dag.

Røkkstøkk-dystirnir hjá Føroyum ímóti Bosnia Hersegovina verða á útivølli annaðhvørt 13. ella 14. mai og við Tjarnir 16. ella 17. mai. 

Ein stórur føroyskur bruttohópur hevur vant saman í Føroyum farnu vikuna millum annað við HM-dystunum í siktinum. Landsliðið vil ivaleyst gera alt fyri at sleppa undan endurtøku av røkkstøkk-umfarinum í 2024, tá Norðurmakedónia sendi Føroyar út í kuldan á glóðheita heimavøllinum í Skopje.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391