Hálvt ár at fáa olju- og gassveitingina í rættlag

Hálvt ár at fáa olju- og gassveitingina í rættlag
Stjórin í altjóða orkustovninum sigur, at avleiðingin av krígnum í Miðeystri er størsta altjóða hóttanin móti orkutrygdini í søguni
Hóast kríggið í Miðeystri endar nú, gongur rúm tíð, til olju- og gassveitingin er komin í rættlag.
Mynd: Dado Ruvic/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.03.2026 - 09:23

Amerikanska og ísraelska álopskríggið móti Iran hevur elvt til álvarsligastu orkukreppuna higartil, sambært leiðaranum á altjóða orkustovninum, IEA.

Hóast fíggindaskapurin endar nú, ganga í minsta lagi seks mánaðir, áðrenn olju- og gassveitingin úr Flógvaríkjunum kemur í rættlag, sigur stjórin í IEA, Fatih Birol, við Financial Times.

- Fólk skilja, at hetta er ein stór avbjóðing, men eg eri ikki vísur í, at fólk skilja vavið og avleiðingarnar av hesi støðu til fulnar, sigur hann.

Birol lýsir støðuna sum "størstu alheimshóttanina móti orkutrygdini í søguni" og vísir á, at umleið ein fimtingur av heimsins olju og gassi undan krígnum varð skipað um Hormuzsundið.

 

Sundið er stongt

Sum aftursvar til amerikonsku og ísraelsku álopini hevur Iran stongt sundið, og landið hevur eisini lopið á oljuskipanir í øðrum londum í økinum, tí tey hava stuðlað amerikanska krígnum.

Sambært Birol eru nógvar olju- og gasskeldur nú annaðhvørt skaddar ella óvirknar orsakað av hesum álopum, og tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn tær kunnu latast uppaftur.

- Olju- og gassprísirnir eru hækkaðir nógv orsakað av krígnum, og teir fara  helst at hækka uppaftur meira, um ikki kríggið endar og Hormuzsundið verður latið uppaftur, sigur stjórin í altjóða orkustovninum IEA, Fatih Birol, við Financial Times.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221