Johann fingið heiður frá Novo Nordisk

Johann fingið heiður frá Novo Nordisk
Johann J. Peterersen, lærari, hevur fingið Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris fyri sín serstaka lut í undirvísingini í náttúruvísundum.
 
23.03.2026 - 10:02

Johann J. Petersen, lærari í Eysturskúlanum, er júst blivin heiðraður við virðislønini Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris. Grundgevingin hjá Novo Nordisk grunninum er tann serstaka menningin, hann hevur staðið fyri innan náttúruvísindaligu lærugreinarnar.

Johann hevur átt stóran lut í at seta náttúrubreytina (science- og innovatiónsbreytina) á stovn. Henda breytin hevur veruliga kveikt áhugan hjá næmingunum, og tað er nakað, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri bæði skúlan og samfelagið sum heild.

Arbeiðshátturin hjá Johanni er merktur av verkligari undirvísing og verkætlanum, har næmingarnir fáast við ítøkiligar náttúruvísindaligar avbjóðingar. Hesin hátturin hevur ikki bara fingið næmingarnar at vera virknar, men hevur eisini fingið starvsfelagarnar við í menningararbeiðið.

Johann vitjaði morgunsendingina, har hann greiddi frá:

1802585

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891