Vann FM og vetrarkapping - rakk ikki metunum

Vann FM og vetrarkapping - rakk ikki metunum
Julian Gregersen vann FM í 10 kilometrum og sína fyrstu vetrarkapping, men klaksvíkingurin rakk ikki øllum málunum, tá runnið var í Runavík um vikuskiftið
23.03.2026 - 17:20

Julian Gregersen var langt fremstur, tá runnið var um føroyameistaraheitið í 10 kilometrum á vegi um vikuskiftið. 

Treystimaðurin var meir enn tríggjar minuttir frammanfyri Oliver Granhøj og Torbjørn Hentze, sum fingu ávíkavist silvur og bronsu hjá monnum.

Úrslitið gav eisini klaksvíkinginum sigurin í vetrarkappingini fyri fyrstu ferð. Hann vann allar fimm kappingarnar, sum hann var við í. 

 

Rakk ikki metunum

Julian Gregersen hevur verið besti føroyski langteinarennarin síðstu tvey árini og var stórfavorittur í Runavík - tí hevði hann eisini sett sær onnur mál.

Hann fór eftir rutumetinum hjá Jacob Ejby Stengaard frá í fjør upp á 31.36 minuttir og føroyska metinum hjá Albert Marna Joensen upp á 30.58 minuttir.

Tað eydnaðist kortini ikki at taka metini á hesum sinni. Hann kom á mál við tíðini 31.44 minuttir, og gjørdist akkurát ov stuttur.

Julian Gregersen var kortini væl nøgdur við at vera somikið nær við og ætlar sær at gera aðrar royndir at taka metið í 10 kilometrum og 15 kilometrum í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493