Formaðurin í Demokratia harmast

bannari
Formaðurin í Demokratia harmast
Niels Uni Dam er formaður í Demokratia, og hann nevnir fleiri orsøkir til, at vit hava brúk fyri størri kvinnuumboðan
 
27.03.2026 - 00:06

Vit hava fingið soljóðandi viðmerking frá formanninum í Demokratia:

Fyrst vil eg ynskja teimum 10 dugnaligu kvinnunum til lukku við valinum. Men sum formaður í Demokratia, má eg eisini harmast um, at vit ikki megnaðu, at sláa metið á 10 kvinnur, sum nú hevur 15 ár á baki.

Í einum Føroyum, har okkara ungu flyta burt í alt ov stórum tali, og har serliga kvinnurnar ikki venda aftur, er tørvurin átroðkandi á betri kvinnuumboðan. Tá er hugstoytt at staðfesta, at kvinnuumboðanin enn einaferð stendur í stað.

Føroyar eru enn einaferð eftirbátar á javnstøðuøkinum.

Vit eru enn eitt land, ið ongantíð hevur havt so frætt sum ein triðing av kvinnum í Løgtinginum.

Eg fari eisini at minna eina komandi samgongu á at virða javnstøðuna, tá landstýrisfólk skulu veljast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037