Oljan kostar nú 116 dollarar fyri tunnuna

Oljan kostar nú 116 dollarar fyri tunnuna
Marknaðurin stúrir fyri, at kríggið í Miðeystri kann breiða seg
Oljuprísurin hækkar støðugt, og samstundis hóttir amerikanski forsetin við at "taka iranska oljuna," sum hann málber seg.
Mynd: Dado Ruvic/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.03.2026 - 15:56

Oljuprísurin hækkaði aftur í dag, og er nú farin upp um 116 dollarar fyri tunnuna eftir útsagnir frá Donald Trump, forseta,  og Houthi-álop á Ísrael.

Marknaðurin stúrir fyri, at kríggið í Miðeystri kann breiða seg. 

Donald Trump segði við Financial Times í gjár at hann "fer at taka oljuna í Iran" og fer at taka Kharg-oynna, sum handfer meiri enn 90 prosent av oljuútflutnnginum úr  h Iran. Trump samanbar ætlanirnar við álopið í Venesuela, har amerikanskir hermenn tóku forsetan, Nicolas Maduro. 

Houthi-uppreitrarbólkurin í Jemen legði seg út í kríggið, tá teir leygardagin skutu eftir Ísrael. Stúrt verður fyri, at Houthi fer at steingja Bab al-Mandab sundið, sum knýtir Reyðahavið til altjóða siglingarleiðir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444