Steffan fær stafettina fyrsta dagin

Steffan fær stafettina fyrsta dagin
Nú er greitt, at Steffan Klein Poulsen verður nýggjur formaður í Miðflokkinum eftir Jenis av Rana
Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana. Fyrsta dagin verður ættarliðsskifti í Miðflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.03.2026 - 09:05

Steffan Klein Poulsen verður í næstum formaður í Miðflokkinum.

Tað váttar Jenis av Rana, sum hevur verið formaður í flokkinum seinastu 28 árini.
 
Jenis av Rana var við til at stovna Miðflokkin í 1992. Hann bleiv fyrstu ferð valdur í løgtingið í 1994. Í 1998 tók Jenis av Rana við sum formaður, og hevur verið tað síðani.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

31032026_Jenis_og_formansskifti

 


Steffan Klein Poulsen fekk nærum tvífalt so nógvar atkvøður sum Jenis av Rana á løgtingsvalinum. Nú verður hann formaður í Miðflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Steffan Klein Poulsen bleiv stóri atkvøðuslúkurin hjá Miðflokkinum á løgtingsvalinum.

Hann fekk 701 atkvøðu, ella næstan tvífalt so nógvar sum Jenis av Rana, ið fekk 363 persónligar atkvøður.

Formaðurin seinastu 28 árini sigur tó, at avgerðin um ættarliðsskifti hevði verið tikin, sama hvussu atkvøðubýtið var - men úrslitið spældi væl saman við ætlanunum.

Hoyr samrøðu, sum Høgni í Jákupsstovu gjørdi við Steffan Klein Poulsen í útvarpstíðindunum: 

 

31032026_Steffan

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053