Miðflokkurin tekur undir við fríari fosturtøku eftir týskum leisti

Miðflokkurin tekur undir við fríari fosturtøku eftir týskum leisti
Jenis av Rana, floksformaður, sigur nú, at flokkurin fer ikki at rulla fosturtøkulógina aftur
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, tá hann legði valskrá floksins fram.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.03.2026 - 13:34

Miðflokkurin ætlar ikki at rulla fosturtøkulógina aftur, og kann enntá taka við undir við fríari fosturtøku, um tað verður eftir týska modellinum. 

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum kennir seg vísan í, at verandi samgongusamráðingar bera ikki á mál.

Frí fosturtøka er loyvd í Týsklandi til viku 14 í viðgongutíðini, treytað av at kvinnan frammanundan kann vátta, at hon hevur fingið ráðgeving og kunning um sínar møguleikar fyri eitt nú fíggjarligari og sosialari hjálp, um hon í staðin ger av at eiga barnið.

Fyri jól samtykti ein tepur meiriluti í Løgtinginum nýggja føroyska fosturtøkulóg, sum loyvir fríari fosturtøku til og við 12. viku í viðgongutíðini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31032026_Jenis_um_fosturtoku


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672