Viðmerkjari: Lætt at byrja kríggj – torført at enda tað

Viðmerkjari: Lætt at byrja kríggj – torført at enda tað
Mads Dalgaard Madsen, fyrrverandi ráðgevi í amerikonskum innanríkispolitikki og kongressmálum á donsku sendistovuni í Washington, ivast í, at kríggið í Iran er nær við at enda
Mads Dalgaard Madsen er fyrrverandi ráðgevi í amerikonskum innanríkispolitikki og kongressmálum á donsku sendistovuni í Washington.
Mynd: Pressumynd  
 
01.04.2026 - 18:53

Amerikanski forsetin Donald Trump tvíheldur um, at kríggið í Iran er liðugt um einar tvær vikur. Men iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, hevur aðra hugsan.

Hann sigur í samrøðu á Al Jazeera, at Iran er fyrireikað til kríggj í í minsta lagi seks mánaðir.

- Tað sakar okkum ikki, hvørja tíðarfreist fíggindar okkara seta sær. Men vit mæla til, at teir steðga krígnum fullkomiliga og endaligt, áðrenn teir eru fyri størri skaða, sigur Araghchi.

Hann leggur aftrat, at Iran hevur onga tíðarfreist fyri at verja seg sjálvt. 

- Vit verja land okkara og fólk í tann mun, tað er neyðugt, og við øllum neyðugum amboðunum, sigur iranski uttanríkisráðharrin.

Donald Trump hevur boðað frá, at hann fer at koma við týdningarmiklari almennari dagføring klokkan 2 í nátt okkara tíð.

Fyrrverandi ráðgevi í amerikonskum innanríkispolitikki og kongressmálum á donsku sendistovuni í Washington, Mads Dalgaard Madsen, sigur við DR, at Donald Trump enn einaferð roynir at manifestera ein veruleika, at USA er við at vinna kríggið í Iran, men at vit enn einaferð síggja tað, sum aðrir amerikanskir forsetar hava upplivað, at tað er altíð lætt at byrja eitt krígg, men at tað er ikki líka lætt at enda tað, sigur fyrrverandi ráðgevin.

Mads_Dalgaard_Madsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572