Beinir váttar: Eg verði løgmaður

Beinir váttar: Eg verði løgmaður
Samgonguskjalið og málsøkini verða almannakunngjørd fyrrapartin í morgin
Teir tríggir floksformenninir í nýggju samgonguni, áðrenn teir fóru á fund at fínpussa samgonguskjalið og málsøkjabýtið.
 
08.04.2026 - 15:30

Beinir Johannesen, samráðingarleiðari í samgongusamráðingunum og formaður í Fólkaflokkinum, váttar nú, at hann verður løgmaður í landsstýrissamgonguni millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. 

Fyri løtu síðani fóru hann, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, á fund at leggja seinastu hond á samgonguskjalið og málsøkjabýtið, áðrenn tey verða kunngjørd væntandi á tíðindafundi fyrrapartin í morgin.

Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Beinir Johannesen í útvarpstíðindunum: 

 

08042026_Beinir

 

Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen eru væl nøgdir við samgonguskjalið, men hvørgin vil siga nakað um innihaldið, fyrr enn tað verður almannakunngjørt í morgin.

Teir siga báðir, at teir eru fúsir at fara í Tinganes, um flokkarnir vilja tað.

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen:

 

08042026_Aksel_og_Bardur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329