Orbán hevur helst eina plan B

Orbán hevur helst eina plan B
Tjóðartingið í Ungarn, har Fidesz-flokkurin hjá Orban í løtuni eigur tveir triðingar sessunum, kann vera sitandi í upp til ein mánað eftir valið, og kann gera broytingar
 
12.04.2026 - 10:25

Valhølini í Ungarn lótu upp klokka seks í morgun, og stórur spenningur er um valið. Sambært meiningakanningum er undirtøkan fyri Viktor Orbán, forsætisráðharra, minkað. Men Orbán hevur ikki álit á tølunum og sigur tvørturímóti, at hann er á odda.

Ungarski serfrøðingurin Anders Blomqvist, sum fylgir væl við valinum í Ungarn, sigur við svenska kringvarpið, at alt bendir á, at Viktor Orban hevur eina plan B. 

Plan B

Tjóðartingið í Ungarn, har Fidesz-flokkurin hjá Orban í løtuni eigur tveir triðingar sessunum, kann vera sitandi í upp til ein mánað eftir valið. 

- Hetta kundi givið Orbán eitt høvi at varðveita valdið, sjálvt um hann tapir. Tað sigur Anders Blomqvist, ungarskur serfrøðingur og leiðandi lektari í søgu á Dalarna háskúla í Svøríki. - Ein møguleiki er, at núverandi forsetin leggur frá sær, at tingið verður kallað saman, stjórnarskipanin verður broytt og at Orbán verður útnevndur sum forseti.

Ungarski forsetin, Tamás Sulyok, hevur ein umboðandi leiklut. Hann hevur bakgrund sum dómari men ongar politiskar royndir.

- Um Fidesz tapir, kundu teir broytt forsetaleiklutin og givið forsetanum størri ávirkan. Eg eri sannførdur um, at Orbán umhugsar eina ætlan B, um hann skuldi tapt valið, og tað hevði ikki undrað meg, um tað fer at raka fólkaræðið í Ungarn eftir valið, sigur Anders Blomqvist við SVT.

Nógvar leysar atkvøður

Sambært evropiska tíðindamanninum hjá SVT, Niklas Svensson, eru fleiri mátar hjá Fidesz at seta ein kepp í hjólið á andstøðuni, serliga um Tisza ikki fær tveir triðingar av sessunum í tjóðartinginum. Tisza fær í løtuni í veljarakanningum 49 prosent og Fidesz 39 prosent av atkvøðunum, sambært Politico, sum hevur samanborið fleiri veljarakanningar. Men nógvir veljarar hava ikki tikið støðu.

- Hóast 10 prosent eru á muni, so siga nógvir greinarar, at talan er um púra opið val, sigur evropeiski tíðindamaðurin hjá SVT, Niklas Svensson, sum er staddur í Budapest. - Her er øgiligur spenningur. Stóri spurningurin er, um tað verður broyting eftir 16 ár við Orbán og Fidesz-flokkinum.

Í einum videobroti, sum varð lagt út á Facebook mikudagin, ákærir Orbán andstøðuna fyri "at gera alt fyri at taka valdið."  Orban sigur, at andstøðan samstarvar við ukrainsku fregnartænastuna og hóttir Fidesz-veljarar við harðskapi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938