VÍF í finaluna - H71 ein dyst frá FM

VÍF í finaluna - H71 ein dyst frá FM
Kvinnurnar hjá VÍF spældu seg í FM-finalurnar ímóti Kyndli við spennandi sigri á H71 í gjár, meðan menninir hjá H71 nú eru ein sigur frá meistaraheitinum
Fríða Nolsøe Olsen avgjørdi hálvfinaluna í FM-kappingini ímóti H71 við brotskasti í síðstu sekundunum
Mynd: Andrei Antal/VÍF  
 
23.04.2026 - 08:18

Somu lið, sum spældu steypafinalu í februar, skulu kappast um meistaraheitið í bestu hondbóltsdeildini við kvinnum. 

Við 26-25 sigri á H71 í Hoyvík í gjárkvøldið, vann VÍF sær rættin at spæla í FM-finalunum ímóti Kyndli, sum sendi Neistan úr kappingini síðsta vikuskiftið.

Dysturin í Hoyvíkshøllini var sera javnur, og avgerðin fall ikki, fyrrenn Fríða Nolsøe Olsen sendi eitt brotsskast í netið 15 sekund fyri dystarlok.

Fyrsta FM-finalan millum Kyndil og VÍF verður á Hálsi í Havn sunnudagin.

 

H71 ein dyst frá meistaraheitinum

Hjá monnunum hevur H71 beina kós móti føroyameistaraheitinum.

Hoyvíkingar vunnu 31-24 ímóti Kyndli í høllini á Hálsi í gjárkvøldið og hava sostatt vunnið tvær tær fyrstu FM-finalurnar.

Kyndil kom nógv betur frá byrjan og var á odda við fimm málum, tá smáir níggju minuttir vóru spældir, men eitt longu eitt korter seinni yvirhálaði H71 og eftir tað høvdu hoyvíkingar ongar trupulleikar. 

Nú kann H71 vinna FM-heitið í Hoyvíkshøllini sunnudagin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Mánadag 15. juni
Morgunlestur mánadagur 15.juni 2026
209561
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680