Trump: Ferðin hjá amerikonsku sendinevndini er avlýst

Trump: Ferðin hjá amerikonsku sendinevndini er avlýst
Amerikanska sendinevndin fer kortini ikki til Pakistan at samráðast við Iran, sigur Donald Trump, forseti.
Mynd: Savnsmynd (Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix)  
 
25.04.2026 - 17:52

Amerikonsku sendimenninir, Steve Witkoff, og versonur forsetans, Jared Kushner, fara kortini ikki til Pakistan, sum er meklari í friðarroyndunum millum USA og Iran.

Í gjárkvøldið vóru boðini úr Hvítu Húsunum, at teir báðir sendimenninir skuldu til Pakistan at hitta iranska uttanríkisráðharran, men ferðin hjá teimum er nú avlýst.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, við amerikanska miðilin, Fox News.

- Vit hava øll kortini í hondini, legði Trump, forseti, afturat.

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sum skuldi hitta pakistanska herovastan og pakistanska uttanríkisráðharran, er sostatt farin úr Pakistan uttan at hitta amerikonsku sendinevndina, skrivar AP tíðindastovan.

Iran hevur frammanundan noktað at fara undir friðarroyndir við USA, sum støðan er.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur longt vápnahvíldina millum londini í óavmarkaða tíð.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Andakt
207843
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805