Ætlar at byggja 84 íbúðir norðan fyri Kringvarpið

Ætlar at byggja 84 íbúðir norðan fyri Kringvarpið
Tórshavnar býráð fer á fundi í dag at taka støðu til eitt uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri økið
Meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at broyta byggisamtyktina. Økið er 11.000 fermetrar.
 
30.04.2026 - 08:32

Ætlanir eru um at byggja ein býling beint norðan fyri Kringvarpið.

Men serstaka byggisamtyktin fyri økið skal broytast fyrst.

Byggisamtyktin, sum kom í 2011, loyvir 18 grundstykkjum til sethús.

Kommunan hevur fingið umsókn frá tí, sum eigur trøðna, um at broyta serstøku byggisamtyktina, so hann kann byggja annað enn sethús. 

Ætlanin var byggja 96 íbúðir í átta bygningum, sum hava tvær ella tríggjar hæddir, umframt felagshús. 

Talið er síðani minkað niður í 84 íbúðir.

 

Skynsamari at byggja íbúðir

Umsitingin hjá býráðnum heldur, at tað er skynsamari at byggja íbúðir enn 18 sethús.

Hon hevur tí gjørt uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt.

Atlit skulu takast til, at trøðin er beint við skógfriðað øki og tætt við Norðurlandahúsið.

Økið er 11.000 fermetrar.

Uppskot er um at kalla tað Ternutún.

Meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at broyta byggisamtyktina.

Býráðið skal viðgera málið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485