Radio SALT: Kaffistova og ferðavinna í Krambúðini hjá Thomsen

Radio SALT: Kaffistova og ferðavinna í Krambúðini hjá Thomsen
Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í sokallaðu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri.
 
06.05.2026 - 15:15

Ansgar Sørensen og ferðavinnan fara at virka undir sama taki í fyrr so væl umtóktu 'Pubbini' á havnalagnum á Tvøroyri.

Hølini vóru í gomlum døgum partur av kongaliga einahandlinum.

Ansgar var eina av gestunum í Radio SALT 29. apríl.

 

1810235

 

---

Kunning frá kommununi:

Tvøroyrar býráð hevur samtykt at fara víðari við tveimum týdningarmiklum átøkum, sum skulu styrkja ferðavinnuna á Tvøroyri og menna býin sum móttøkustað fyri cruise- og aðrari ferðavinnu. Talan er um eina royndarverkætlan í Gamla Kongaliga Handlinum á havnalagnum og um leingjan av samstarvinum við NB Consulting um ferðavinnuráðgeving og samskipan.

Ein týðandi partur av hesum arbeiði er avtalan millum Tvøroyrar kommunu og Ansgar Sørensen um tænastuveiting, rakstur og brúksrætt til Krambúðina á Havnalagnum 46, fyrrverandi Gamla Kongaliga Einahandilin. Sambært avtaluni skal Krambúðin nýtast sum kunningarstova fyri ferðafólk, gestir og borgarar, umframt sum savningar- og móttøkustað, har vitjandi kunnu keypa sær kaffi og lætt ábit.

 

Gamli Kongaligi Handilin og pakkhúsini á havnalagnum hava serligan søguligan og mentanarligan týdning fyri Tvøroyri og allar Føroyar. Bygningarnir liggja sera væl fyri mitt í býnum og eru tí væl hóskandi sum savningarstað.

Kommunan ynskir at geva hesum søguliga ríka bygningi nýtt lív og ætlanin er, at Gamli Kongaligi Handilin skal gerast eitt livandi og innbjóðandi stað, har kunning, móttøka og ferðavinnuvirksemi verða savnað undir sama taki. Har skal vera ein føst og álítandi kunningartænasta, sum kann veita upplýsingar um staðbundin tilboð, samferðslu, mentan, tiltøk og aðrar tænastur, samstundis sum cafévirksemið skal vera við til at skapa meira lív og trivnað á havnalagnum.

Kommunan hevur frammanundan eina líknandi avtalu við Bindi Madsen um raksturin av Seglloftinum. Har kunnu fólk og fyritøkur bíleggja sær serstakliga hugnalig høli til veitslur, fundir og annað líknandi virksemi

---

Radio SALT er beinleiðis útvarpssending við áhoyrarum í Mentanarhúsinum SALT, ið framleidd verður í samstarvi við Kringvarp Føroya.

 

Hvat: Radio Salt
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065