Lótu 5,6 milliónir í humaniterari hjálp í fjør

Lótu 5,6 milliónir í humaniterari hjálp í fjør
Reyði krossur Føroya hevði aðalfund í gjár
Nevndin í Reyða krossi Føroya var afturvald.
 
11.05.2026 - 09:00

Reyði krossur Føroya læt 5,6 milliónir krónur í humaniterari hjálp í fjør. 

Og 651 pakkar vóru útflýggjaðir í mat- og klædnahjálpini í Føroyum. 

Reyði krossur hevði aðalfund í gjár.

Har var upplýst, at 2.361 fólk í Føroyum fingu prógv í fyrstuhjálp í fjør. Og Endurnýtslan hevði 2,2 milliónir krónur í vinningi.

Eisini varð greitt frá nýggju strategiini, 'saman um at hjálpa', sum er galdandi fyri árini 2026-2031.

 

Nevndin afturvald

Nevndin var afturvald, og Jóannes Eidesgaard heldur fram sum formaður. 

Hini í nevndini eru Torfinn Højgaard, næstformaður, Mary-Ann Thomsen, kassameistari, Fía Niclasen og Tommy Petersen.

Tiltakslimir eru Eyrith Guttesen Leyni og Tórgerð Jallgrímsdóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650