Vágs skúli fekk veðurlagsvirðisløn hjá Lærarafelagnum

Vágs skúli fekk veðurlagsvirðisløn hjá Lærarafelagnum
Skúlin arbeiðir við at styrkja fatanina hjá næmingunum um plastdálking og burðardygd
Hetta er sjeynda ferðin, at veðurlagsvirðisløn verður latin.
 
11.05.2026 - 09:16

Vágs skúli fekk veðurlagsvirðislønina hjá Lærarafelagnum í ár.  

Skúlin arbeiðir við at styrkja fatanina hjá næmingunum um plastdálking og burðardygd.

Hetta verður gjørt við praktiskari, kannandi og skapandi undirvísing við støði í nærumhvørvinum í Vági.

Verkætlanin er tvørfakligt skeið frá januar til juni í lærugreinini handaverk og list í sætta flokki. 

Íblástur hava tey fingið frá eitt nú hentleikum í Fab Lab. 

Tey hava millum annað ruddað øki og fram við sjóvarmálanum í Vági.

Tey hava savnað, flokkað og greinað rusk fyri at kanna plastdálking í nærumhvørvinum.

Elin Tausen og Tina Grønbech hava undirvíst næmingunum.

Hetta er sjeyndu ferð, at veðurlagsvirðislønin er latin.

Virðislønin er 25.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751