Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk

Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
Rúna Nón Bjartalíð var vikugestur
 
16.05.2026 - 11:15

- Eg føli meg øðrvísi, men tað er faktiskt fínt, tí øll skulu ikki vera líka.

Rúna Nón Bjartalíð, sum hevur ADHD og er samkynd, flennir tá hon sigur, at hon nokk altíð hevur kent seg øðrvisi enn hini.

Hon er lívlig og lívsglað, og hon lýsir upp, har hon er. Men aftanfyri stóra smílið er eisini ein søga um sorg, persónliga kreppu og um at finna lívsgleðina aftur. Og um eina telefonsamrøðu, sum broytti lívið.

Í dag kenna tey flestu hana sum eitt lívsstykki, sum arbeiðir fyri, at onnur skulu hava tað gott í felagsskapinum. Í KÍ, sum hjálparvenjari á landsliðnum og allastaðni rundan um seg. Fyri fimtan árum síðan tók hon sum bara 18 ára gomul ta avgerð at fara á Blákross, tí hennara stóra sorg hevði fingið hana at liva eitt hart lív, sum var ringt fyri hana.

Tá ið hon ringdi til Martin Kúrberg, rúsevnisviðgera, og bað um hjálp, svaraði hann: "Tær havi eg bíðað leingi eftir." Orðini gjørdi, at hon knekkaði, og tað var byrjanin til, at hon fótaði sær. Hon fann meiningina í lívinum við at gera nakað gott fyri onnur.

- Kanska er tað eisini fyri mína egnu skyld. Um onnur hava tað gott rundan um meg, so havi eg tað eisini gott.

Unnustan sigur hana vera stuttliga, viljasterka og hjartagóða. Og fótbóltsspælarin, sum hon venur, sigur hana  vera rúmliga, sterka og nærlægda.

Sjálv sigur hon, at tað ber til at velja tað góða livið og leggja tað keðiliga til viks.

Hoyr samrøðuna við Rúnu Nón Bjartalíð, sum var vikugestur.

1812966

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221