Sjúklingahotellið: Tríggir arbeiðsbólkar setast

Sjúklingahotellið: Tríggir arbeiðsbólkar setast
Bólkarnir skulu tryggja greitt ábyrgdarbýti, fakliga samskipan og neyðuga framdrift
Sjúklingahotellið í Venøgade. Nú verða fyrireikingar gjørdar at byggja nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn.
 
19.05.2026 - 08:16

Tríggir bólkar skulu tryggja greitt ábyrgdarbýti, fakliga samskipan og neyðuga framdrift.

Tað sigur Heilsu- og orkumálaráðið um verkætlanina um nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn.

Bygnaðarskipanin er býtt millum arbeiðsbólk, verkætlanarbólk og stýrisbólk.  

Arbeiðsbólkurin hevur ábyrgd av dagliga fyrireikingararbeiðinum og tryggjar framdrift, samskifti við ráðgevarar og tilfarsframleiðslu. 

Í bólkinum eru fólk frá Sjúkrahúsverkinum, eisini frá sjúklingahotellinum, Bygningsstyrelsen og høvuðsarbeiðstakaranum.

 

Skulu hittast javnan

Verkætlanarbólkurin hittist javnan og virkar sum forum fyri støðulýsingar, fakliga umrøðu og samskipan. 

Har eru fólk úr arbeiðsbólkinum og fólk, sum vita nógv um fíggjarviðurskifti, løgfrøði, KT og rakstur.

Uttanhýsis fakfólk kunnu vera boðin við eftir tørvi. 

Stýrisbólkurin hevur yvirskipaðu strategisku ábyrgdina.

Í bólkinum eru deildarstjóri í Heilsu- og Orkumálaráðnum, forstjórin í Sjúkrahúsverkinum og verkætlanarleiðarin í Bygningsstyrelsen. 

Stýrisbólkurin setir karmar og kós fyri arbeiðinum og tekur avgerðir um týdningarmikil viðurskifti, so sum ressursir, fígging og tíðarætlanir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659