Landsstýrismaðurin: Ikki neyðugt at leingja sáttmálan við Ísland

Landsstýrismaðurin: Ikki neyðugt at leingja sáttmálan við Ísland
Sildin er fiskað í norskum sjógvi, og bara 600 tons eru eftir av botnfiskakvotuni í íslendskum sjógvi
Bárður á Steig Nielsen er landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.05.2026 - 09:05

Tað verður ikki neyðugt at leingja fiskiveiðiavtaluna við Ísland, tað sum er eftir av árinum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

Tá ið fiskiveiðiavtala var gjørd við Ísland fyri í ár, hendi tað óvanliga, at avtalan var bara galdandi til 31. juli.

Ætlanin var so at samráðast aftur um avtaluna restina av árinum. 

Men tað heldur nýggi landsstýrismaðurin í fiskvinnumálum ikki vera neyðugt.

At kalla øll kvotan er fiskað.  Tó er eitt sindur av botnfiski eftir í íslendskum sjógvi. Kvotan er 5.600 tons, og 5.000 tons eru fiskað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20052026_Bardur_umislandssattmala

 

 

 

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107