Trupulleikin við útlendskum ferðaleiðarum stendur við og versnar

Trupulleikin við útlendskum ferðaleiðarum stendur við og versnar
Ferðaleiðarafelagið hevur gjørt vart við trupulleikan í longri tíð
Ferðaleiðarafelagið hevur javnan gjørt vart við trupulleikum av útlendskum ferðaleiðarum, sum ikki hava arbeiðsloysi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.05.2026 - 09:08

- Hetta hevur verið ein trupuleiki í nógv ár, og tað stendur við og versnar.

Tað sigur Hilda Thomsen, forkvinna í Føroya Ferðaleiðarafelag, í sambandi við at tveir útlendskir ferðaleiðarar leygardagin vóru handtiknir fyri at arbeiða ólógliga í Føroyum, tað vil siga uttan arbeiðsloyvi.

Felagið hevur gjørt vart við trupulleikan í longri tíð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26052026_Hilda_Thomsen

 

Málið um útlendsku ferðaleiðararnar endaði við, at annar - ein fronsk kvinna - var latin leys, tí ákæruvaldið helt ikki, at skuldsetingarnar móti henni fór at halda.

Hin ferðaleiðarin - ein skoti - er vístur úr Føroyum, og sleppur ikki aftur higar næstu tvey árini, tí hann sambært myndugleikunum hevur brotið útlendingalógina. 

Maðurin hevur fingið sektaruppskot, sum er 300.000 kr.

Hann noktar at taka av, so málið fer í rættin. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329