Fáa minni prís fyri tosk á Føroyabanka enn á landgrunninum

Fáa minni prís fyri tosk á Føroyabanka enn á landgrunninum
Prísurin er umleið 10 krónur minni fyri kilo, tí toskurin er sera rak hesa árstíðina
Streymsund landaði fyrrapartin tosk av Føroyabanka í Havn.
 
27.05.2026 - 12:20

Størsti toskurin av Føroyabanka verður í dag seldur fyri 30 krónur fyri kilo. Prísurin er umleið 10 krónur minni enn fyri størsta toskin av landgrunninum. 

- Toskurin á Føroyabanka er sera rak hesa árstíðina, og tí vilja keypararnir ikki geva nógv fyri hann, sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaðinum.

 


Høgni Hansen er stjóri á Fiskamarknaðinum. 

 

Fyrrapartin landaði útróðrarbáturin Steymsund, sum er ein av smærru línubátinum í bólki-4, tosk av Føroyabanka í Havn.

Nærum øll veiðan, góð 21 tons, er toskur-1, tað vil siga størsti toskurin á Føroyabanka.

 


Minni prísur fæst fyri tosk á Føroyabanka enn á landsgrunninum í løtuni. 

 

Tilsamans 265 fiskidagar eru á Føroyabanka í ár. Stóru línuskipini í bólki-3 hava 40 fiskidagar, útróðrarbátar í bólki-4 hava 135 fiskidagar, og smáu útróðrarbátarnir í bólki-5 hava 90 dagar. 

Sambært Fiskamarknaðinum eru góð 100 tons fiskað á Føroyabanka higartil í ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

27052026_Bankatoskur


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786