Útlendingar tiknir í springaradrápi í Streymnesi

Útlendingar tiknir í springaradrápi í Streymnesi
Menninir eru skuldsettir fyri at bróta grindalógina
 
28.05.2026 - 08:16

Tveir útlendingar, tveir menn, vóru tiknir í springaradrápinum í Streymnesi í gjárkvøldið.

Teir fóru inn um økið, sum sýslumaðurin byrgir av í sambandi við slík dráp.

Menninir eru skuldsettir fyri at bróta grindalógina.

 

Fáa helst sektaruppskot

Politiið hevur teir enn. Teir fáa ivaleyst sektaruppskot, sigur politiið.

Í Havn vóru tvær ella tríggjar dronur sæddar yvir drápinum í Sandagerði.

Men eingin var tikin í tí sambandi, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265