Fiskifrøðingur: Hetta er ringasta árstíð at fiska bankatosk

Fiskifrøðingur: Hetta er ringasta árstíð at fiska bankatosk
Rættast hevði verið at bíðað til í heyst, tá toskurin aftur er feitur, heldur Petur Steingrund
Petur Steingrund, fiskifrøðingur.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
28.05.2026 - 10:30

Hetta er ringasta árstíð at fiska tosk á Føroyabanka. Rættast hevði verið at bíðað til í heyst, tá toskurin aftur er feitur. 

Tað sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, nú bankatoskur verður seldur fyri 30 krónur/kilo.

Tað er ein politisk avgerð, at bátar kunnu fiska tosk - eisini tann annars so nógv rósta Føroyabanka-toskin -- alt árið. 

 


Toskurin á Føroyabanka er rak í løtuni, og tað ávirkar prísin nógv. 

 

Men lívfrøðiliga er tað ikki skilagott yvirhøvur at fiska tosk hesa árstíðina, sigur Petur Steingrund:

Vanliga er toskurin á Føroyabanka størri enn toskurin á landgrunninum. Sambært fiskifrøðinginum er tað tí, at bankatoskurin veksur skjótari fyrstu trý árini. 

Men tað er eingin loysn at fiska meira á Føroyabanka, so tað, ið eftir er av stovninum, fær meira føði, sigur Petur Steingrund.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28052026_Steingrund_um_bankatosk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928