Fiskimannafelagið: FAS-skipanin eggjar til bíliga útlendska arbeiðsmegi

Fiskimannafelagið: FAS-skipanin eggjar til bíliga útlendska arbeiðsmegi
Øll trý farmaskipini hjá Eimskipum, sum eru rakt av verkfalli, eru í føroysku altjóða skipaskrásetingini
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
 
29.05.2026 - 12:20

FAS-skipanin eggjar til, at føroyskir - ella íslendskir - sjómenn verða skiftir út við bíliga útlendska arbeiðsmegi.

Tað heldur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, nú íslendska Sjómannafelagið er í verkfalli til tess at forða fyri, at bílig útlendsk arbeiðsmegi verður sett á teimum skipunum.

 


Dettifoss við bryggju í Havn. (Savnsmynd: Faroe Ship)

 

Tey trý skipini, sum eru rakt og løgd av verkfallinum, eru Brúarfoss, Dettifoss og Selfoss. Og tey eru øll skrásett í føroysku altjóða skipaskránni, ella FAS.

Lógin um FAS er frá 1992.

Í upprunaligu lógini vóru føroysk fakfeløg beinleiðis útilokað frá at gera lønarsáttmála fyri sjómenn, sum ikki búgva í Føroyum. Og sjálvt um lógin er broytt seinni, so loyvir hon framvegis, at útlendskir sáttmálar verða brúktir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29052026_Jan_Hojgaard

 

 

 

V

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928