Bergtór og Rigmor fremst á norðoyastevnu

Bergtór og Rigmor fremst á norðoyastevnu
Bergtór Tórsteinsson og Rigmor Henriksdóttir Kølleskov vunnu býarsúkklingina í Klaksvík á norðoyastevnu
Bergtór Thorsteinsson var fremstur hjá monnunum, tá býarsúkkling var í Klaksvík á norðoyarstevnu
Mynd: Pætur E. Jacobsen/SST  
 
31.05.2026 - 14:46

Bergtór Tórsteinsson og Rigmor Henriksdóttir Kølleskov vunnu, tá býarsúkkling var á norðoyastevnu fyri fyrstu ferð í eini 20 ár.

Hjá monnum stillaðu nærum 20 mans upp til kappingina, sum lokala súkklufelagið Norðstrok skipaði fyri, og Bergtór Tórsteinsson, Niklas Hallgren, Regin Thomsen og Konstantinos Garoflos taldust millum favorittarnar.

Menninir skuldu súkkla í 40 minuttir og síðan fimm umfør afturat, og skjótt varð greitt, at teir fýra omanfyrinevndu vóru ov skjótir fyri hinar. Spenningurin helt sær allan vegin til sjálva mállinjuna, har Bergtór Tórsteinsson vann á Niklasi Hallgren og Konstantinos Garoflos í harða endaspurtinum.

 


Rigmor Henriksdóttir Kølleskov var fyrst um mállinjuna hjá kvinnum, men kappingin við Bjørg Árnadóttir var hørð (Mynd: Pætur E. Jacobsen/SST)

 

Fimm kvinnur kappaðust, og Rigmor Henriksdóttir Kølleskov og Bjørg Árnadóttir skiftust um at fremstar. Eisini her skuldi endaspurtur til, og Rigmor Henriksdóttir Kølleskov var stinnari síðstu metrarnar til mállinjuna.

Hvør umfar var umleið ein kilometur langt og súkklað var bæði á sløttum og í smærri brekkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373